Alle indlæg af flis.fo

ER NEYÐUGT AT FELLA BÆÐI TRØINI?

Í Stoffalág harmast nýggju eigarnir av húsunum, um at tvey 40 ára gomul grantrø taka ov nógv ljós og útsýni.

Vit mæltu til, at træið ið stóð tættast at húsinum skuldi fellast, og síðan kundi støða takast til tað størra og seinna træið.

Tað var sera skjótt at fella fyrra træið. Ein skurður í 45 stigum varð saðaður úr á fallsíðuna. Á mótsettu síðu saðaði Høgni síðan 3/4 beinan skurð tvørtur um. Hettar fyri at skapa eitt sokallað hongsl, ið stýrir fallinum og skapar eitt kontrolerað fall. Triðja stigið var at seta kílar í og sláa teir til træið byrjar at fara. Síðan skuldi bert eitt lítið skump og so datt træið niður.

Træið varð avgreinað, tikið sundur og flutt av staðnum í vogni. Eigarin vildi ikki hava flisið, ið vit annars kundu haft kvørnað fyri honum.

Tá fyrsta træið varð tikið niður, sást betri, hvussu lítið í veruleikanum hitt seinra træið skuggaði. Tí mæltu vit til, at seinra træið bert varð snøggað til við at skera størstu og berastu greinarnar av.

Um ein ivast um eitt træ skal fellast, er betri at royna at snøgga tað fyrst, umframt at hjálpa trænum at fáa ljós. Hesi átøk kunna fáa træið at fríðkast. Trø taka langa tíð um at vaksa og tí er ein avgerð um at fella eitt træ endalig.

Hesaferð var ikki neyðugt at fella bæði trøini.fil_000

 

 

TØRVAR TÆR BELTIBØRU?

Vit leiga eina nýggja Kubota KC70H-4 beltibøru út.

Beltibøran er gjørd til krevjandi lendisuppgávur, har stabilitetur krevst, men eisini til krókutar uppgávur í kjallarum og havum.  Hettar tí beltibøran, ið einans er 76cm breið kann skjóta beltini út til 115cm.
Hettar ger, at maskinan hóskar sera væl til føroyska lendið.

Beltibøran tekur 700kg og koyrir uppá diesel.

Ring 667788 og spyr um prís.

Kubota kc70H-4 beltibøra til leigu
Kubota kc70H-4 beltibøra til leigu