Kategoriarkiv: HETTA HAVA VIT GJØRT

VIT FLISA UNDIR HEYGNUM

Fleiri og fleiri síggja fyrimunin í, at kvørna greinarnar, heldur enn at tyrva tær 🙂

Vit vóru úti fríggjadagin í einum sera hugnaligum hava undir Heygnum, har eigarnir høvdu skorið m.a. gomlu ribisini niður. Eigarnir hjálptu væl til, og vit kvørnaðu teir 8-10 rúmmetrarnar uppá einar 2 tímar.
Eftir stóðu tveir flottir stórir bunkar av nýkvørnaðum vælduftandi flisi og tveir glaðir urtagarðseigarar.
Gleðin varar leingi – tí næsta summar fara tey at sleppa frá at lúka tað stóra.

Kundin hevði skorið alt niður, og lagt greinarnar í tvær rúgvu á grasplenuni. Tað var lætt at trilla kvørnina eftir skervinum og grasplenuni yvir til greinarúgvuna.

Myndirnar vísa, hvussu leikur fer fram.

HAVNARFLIS – VIT FLISA TRØ, IÐ FÓRUST Í STORMINUM

Fyrst í september kom kolandi stormur. Trøini høvdu ikki mist bløðini enn, og nógv trø, eisini av teimum gomlu trøunum í miðbýnum toldu ikki viðferðina, og lógu tíverri koppaði tá stormurin hasaði av.

Nógv av tí grøna varð koyrt niðan á tyrvingarplássi í Húsahaga, har vit fóru niðan og bjargaðu tað vit kundu. Eitt nú fingu vit stóra træið uttan fyri Mariu Poulsen heim við okkum. Tað vermir grøna hjarta at hugsa sær, at hetta træið, ið hevur verið ein býarmynd í ein mansaldur fer at hita húsini í vetur.

Rúgvan á Skálatrø.

Vit fingu eitt hint um, at ein risastór greinarúgva hjá kommununi lá á Skálatrø. Har alt varð savnað, áðrenn tað skuldi beinast burtur. Vit settu okkum í samband við kommununa, og fingu uttan trupulleika loyvi at taka alt tað vit vildu. Hettar var ein win-win støða fyri gartnaradeildina hjá kommununi, tí teir spardu burtur peningin fyri at tyrva greinarnar og vit fingu ein hóp  av tilfeingi serverað.

Vit flisaðu einar 30 sekkir við tí besta havnarflisinum.

 

VIT FLISA ÚTI Á ARGJUM

 

Okkara fyrsti kundi hevði nógv trø og runnar at skera niður. Hann hevði bílagt bingju at fylla greinarúgvuna í.

At rinda fyri bingju og flutning er ein dýr og ógrøn loysn, umframt at alt materialið hevði verið mist, tí greinarnar høvdu verið burturbeindar.
Kundin hevði júst hoyrt um okkum, og helt seg fáa tvær flugur við einum smekki, tí við at brúka okkara tænastu, slapp kundin frá at rinda fyri at beina greinarnar burtur og á hinari síðuni, keypa flis ella dekkbark fyri ókrút.  Tí vórðu treylarin og bingjan avbestilt.

 

Avtalað varð, at kundin hevði skorið trøini og runnarnar sjálvur og vit komu at mæla stóru rúgvuna.  Kundin hevði skorið tað mesta tá vit komu, og savnaði tað so hvørt í eina rúgvu við innkoyringina. Rúgvan vísti seg at verða upp í tvær bingjur, og hevði tað tí enda við at verða ein sera dýr loysn.
Nú greinarnar lógu klárar, varð lætt og skjótt hjá okkum at kvørna greinarnar til flis í ein dunga. Tað tók 2 1/2 tíma, og so hevði kundin eina stóra rúgvu av góðum flisi.

Kundin valdi eina bíligari og grønari loysn, og stóri vinningurin varð áleið tann 2000L stóra flisarúgvan, sum er tað sama sum 20 sekkir, kundin hevði eftir at leggja í bedini umframt gleðina av at endurnýta egna tilfar.

ER NEYÐUGT AT FELLA BÆÐI TRØINI?

Í Stoffalág harmast nýggju eigarnir av húsunum, um at tvey 40 ára gomul grantrø taka ov nógv ljós og útsýni.

Vit mæltu til, at træið ið stóð tættast at húsinum skuldi fellast, og síðan kundi støða takast til tað størra og seinna træið.

Tað var sera skjótt at fella fyrra træið. Ein skurður í 45 stigum varð saðaður úr á fallsíðuna. Á mótsettu síðu saðaði Høgni síðan 3/4 beinan skurð tvørtur um. Hettar fyri at skapa eitt sokallað hongsl, ið stýrir fallinum og skapar eitt kontrolerað fall. Triðja stigið var at seta kílar í og sláa teir til træið byrjar at fara. Síðan skuldi bert eitt lítið skump og so datt træið niður.

Træið varð avgreinað, tikið sundur og flutt av staðnum í vogni. Eigarin vildi ikki hava flisið, ið vit annars kundu haft kvørnað fyri honum.

Tá fyrsta træið varð tikið niður, sást betri, hvussu lítið í veruleikanum hitt seinra træið skuggaði. Tí mæltu vit til, at seinra træið bert varð snøggað til við at skera størstu og berastu greinarnar av.

Um ein ivast um eitt træ skal fellast, er betri at royna at snøgga tað fyrst, umframt at hjálpa trænum at fáa ljós. Hesi átøk kunna fáa træið at fríðkast. Trø taka langa tíð um at vaksa og tí er ein avgerð um at fella eitt træ endalig.

Hesaferð var ikki neyðugt at fella bæði trøini.fil_000