Greinkvørn

Vit leiga greinkvørnir út við og uttan manning.

Okkara greinkvørnir eru frá enska framleiðaranum Greenmech, ið er Rollsroysarin innan greinkvørnir.

Um Greenmech CS100 greinkvørn.
Tann minna er løtt, fim og smøl og kann trillast sum ein trillubøra. Støddin ger, at hon passar ígjøgnum skot og portur. Hóast hon er lítil, so megnar hon greinar upp í 10-12 cm. Eisini er hon sera brúkaravinarlig. 
Les eisini Brúkaravegleiðing_greinkvørn_2018

Um Greenmech Arborist 150.
Tann størra tekur greinar upp í 15-17cm, dregur sjálv greinarnar inn og kvørnar sera skjótt. Hendan maskinan nøktar tørvin hjá privatum, vinnu og kommunum. Brúkaravegleiðing_A150_2018

Hugsar tú at leiga ella eiga eina greinkvørn, ring 667788 ella skriva til okkara og fá eitt óbindandi tilboð.

flis greenmech greinkvørn
Greenmech CS100 greinkvørn

flis.fo greinkvørn arborist 150
Greenmech Arborist 150 greinkvørn