Warning: preg_match() [function.preg-match]: Compilation failed: invalid range in character class at offset 34 in /var/www/flis.fo/public_html/wp-content/plugins/nextgen-gallery/products/photocrati_nextgen/modules/nextgen_basic_tagcloud/package.module.nextgen_basic_tagcloud.php on line 183
Fyrst í september kom kolandi stormur. Trøini høvdu ikki mist bløðini enn, og nógv trø, eisini av teimum gomlu trøunum í miðbýnum toldu ikki viðferðina, og lógu tíverri koppaði tá stormurin hasaði av.
Nógv av tí grøna varð koyrt niðan á tyrvingarplássi í Húsahaga, har vit fóru niðan og bjargaðu tað vit kundu. Eitt nú fingu vit stóra træið uttan fyri Mariu Poulsen heim við okkum. Tað vermir grøna hjarta at hugsa sær, at hetta træið, ið hevur verið ein býarmynd í ein mansaldur fer at hita húsini í vetur.
Rúgvan á Skálatrø.
Vit fingu eitt hint um, at ein risastór greinarúgva hjá kommununi lá á Skálatrø. Har alt varð savnað, áðrenn tað skuldi beinast burtur. Vit settu okkum í samband við kommununa, og fingu uttan trupulleika loyvi at taka alt tað vit vildu. Hettar var ein win-win støða fyri gartnaradeildina hjá kommununi, tí teir spardu burtur peningin fyri at tyrva greinarnar og vit fingu ein hóp av tilfeingi serverað.
Vit flisaðu einar 30 sekkir við tí besta havnarflisinum.