
Flis er kvørnaðar greinar og runnar, sum hevur nógvar eginleikar og góðar fyrimunir fyri teg og tín hava.
- tað er ókrútsfyribyrgjandi
- tað taðar, serliga okkara bland við flis og føroyskum rossatøðum
- flis verjir moldina fyri frost og turkur
- flis er vakurt
- flis er sera bíligt og gott undirlag til gøtur, hugnaligar krókar og skot í havanum
- kann nýtast sum undirlag hjá hønum, kaninum, rossum osf.
- sera gott til kompostkassan
- turt flis er gott at kynda og brenna við
- flis er vakurt dekoratiónstilfar eitt nú til handilsvindeygu, borðpynt og samanplantingar
Flis verður framleitt við at mala greinar og runnar í einari greinkvørn. Vit hava eina Greenmeh CS100 greinkvørn, ið er løtt at koma runt við, er smøl og passar ígjøgnum portur. Hon er sera kraftig og megnar at mala greinar upp til 10-12 cm. Hettar er nóg mikið til at megna flest øll arbeiði.
Til ber at keypa eitt vognsless av flisi ella í 80L sekkum við og uttan rossatø. Ring til okkara um størri mongdir, ella keyp sekkir við okkara flisi hjá Thomas Dam á Hálsi.
.