Vit eru serútgjørd at skifta og tilseta oljutangar skjótt, trygt og væl. Um tú ringir í dag, koma vit og geva óbindandi tilboð og alla ráðgeving tær tørvar.
Ivast tú nær og hvussu oljutangin skal skiftast, so kom í september 2018 Kunngerð nr. 124 um fyribyrging av dálking frá oljutangum. Her er væl útgreinað hvør tín ábyrgd sum eigari er, og hvørji krøv eru sett til fráboðan og útskifting av oljutangum. Tíðarfreistir eru lógarfestar fyri nær oljutangar skula útskiftast. Síggj tær her Tíðarfreistir
Leki ella illgruni um leka
Lekur ella er illgruni um leka, boða kommununi frá og ring til okkara á tlf: 667788 , so kunna vit hjálpa við at tøma og skifta oljutangan alt fyri eitt.
Fráboðanar- og skrásetingarkrøv eru munandi herd í nýggju kunngerðini. Eitt nú skula allir oljutangar verða skrásettir innan 2022.
Vit kunna hjálpa tær við hesum, soleiðis at tíni oljutangaviðurskifti eru í lagi. Les kunngerðina her
Tín trygd fyri góðsku
Sum eigari, liggur øll ábyrgdin hjá tær í samband við oljutangaskifti, tí er tað sera umráðandi, at vit gera arbeiðið trygt og væl, og sambært ásetingum í nýggju kunngerðini og vegleiðingini hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum “tá ið oljutangar verða settir upp“. Hettar er tín trygd fyri at sleppa undan oljudálking.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er gott og hent tilfar at lesa og ein faldari um oljutangar og vanda fyri lekum
Soleiðis gert tú :
- Ring til okkara 667788 og vit legga ætlan fyri arbeiði.
- Boða frá hjá kommununi um niðurtøku/flyting
- Ring til títt oljufelag og tit finna útav, hvør tangi er bestur, út frá tínari oljunýtslu. Avtala nær teir kunna veita tangan. (Magn tel. 347400 / Effo tel. 343500). Steðga sjálvvirkandi uppfylling!
- Tá nýggi tangin er klárur, koma vit og skifta og burturbeina gamla tangan, og seta nýggjan til.
At hugsa um :
- Tað er lættast og bíligast fyri teg at skifta ein tómari tanga, tí er skilagott í góðari tíð at steðga sjálvvirkandi uppfylling frá oljufelagnum.
- Hevur tú hugsa um at skifta yvir til grøna orku?