Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/flis.fo/public_html/wp-content/plugins/siteorigin-panels/inc/styles-admin.php on line 392
Tíðarfreistir at skifta oljutanga - FLIS.FO

Tíðarfreistir at skifta oljutanga

Brot úr kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum 


§ 11.
Tangar, sum standa yvir jørð, skulu takast úr nýtslu innan hesar freistir:

1)   Góðkendir tangar, við tæringarverju innan, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 40 ár eftir framleiðsluárið.

2)   Aðrir stáltangar skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 30 ár eftir framleiðsluárið.

3)   Tangar úr plasti ella øðrum tilfari enn stáli, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 25 ár eftir framleiðsluárið, sbr. tó nr. 4.

4)   Sniðgóðkendir tvíveggjaðir tangar úr plasti ella plasti, har uttari veggurin er úr stáli, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 40 ár eftir framleiðsluárið.

Stk. 2. Aðrir góðkendir tangar, sum standa yvir jørð, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 20 ár eftir framleiðsluárið.

§ 12. Niðurgrivnir tangar skulu takast úr nýtslu innan hesar freistir:

1)   Góðkendir stáltangar, sum eru tæringarvardir innan og vardir við glasfipurstyrktum polyester ella aðrari góðkendari verju uttan, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 50 ár eftir framleiðsluárið.

2)   Góðkendir stáltangar, sum ikki eru tæringarvardir innan, men vardir við glasfipurstyrktum polyester ella aðrari góðkendari verju uttan, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 40 ár eftir framleiðsluárið.

3)   Plasttangar skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 45 ár eftir framleiðsluárið.

§ 13. Tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu takast úr nýtslu soleiðis:

1)   Innan 1. januar 2024, um húsini eru bygd fram til og við 1960.

2)   Innan 1. januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980.

3)   Innan 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000.

4)   Innan 1. januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000.

Les alla kunngerðina her