Sp/f Flis.fo er fyritøka hjá hjúnunum Bjørg Dam og Høgna Egilstrøð Hansen.
Vit hjálpa privatum, kommunum og fyritøkum við ymsum uppgávum.
Hugskotið til fyritøkuna kom ein dagin, vit stóðu í havanum og skóru trø og runnar upp í eina stóra greinarúgvu. Vit høvdu fegin ynskt, at kvørnað tær til flis og sostatt gagnnýtt okkara egnu greinar. Lítla greinkvørnin vit áttu megnaði bert brøkpartin av greinunum.
Sum so mangan fyrr, sóu vit okkum noyddan at bera greinarnar heilt út til vegin og koyra fleiri less við vogni niðan í Húsahaga, har tær verða tyrvdar sum burturkast.
Hesaferð skuldi verða øðrvísi og greinarúgvan varð liggjandi.
Vit fóru inn at roknað uppá tølini og avgjørdu at keypa eina góða greinkvørn. Tankin varð, at vit skuldi eisini bjóða øðrum í somu støðu at leiga greinkvørnina ella møguleika fáa okkum kvørna fyri seg.
Soleiðis var Flis.fo stovnað.
Skjótt og væl hevur gingist og nógv hava sæð fyrimunin at kvørna greinarnar. Eisini hava fleiri latið eyguni upp fyri øllum eginleikunum flis hevur, bæði sum ókrútstálmari, sum komposthjálp og sum undirlag á gøtum og plássum.
Alsamt fleiri og størri uppgávur hava ført við sær, at vit hava keypt eina væl størri greinkvørn, umframt ein lastbil við krana og grabba og betri amboð at skera trø og runnar við.
Nú kunnu vit loysa bæði skjótt og trygt størri uppgávur innan alla træ- & runnarøkt, kvørna og selja flis og greinar eitt nú til handildekoratión, umframt entreprenørarbeiði sum grevstur, stoyping, grabbing, lastbilakoyring, skifta oljutangar o.líknandi.
Handalagið er gott og væl liggur fyri at loysa alskyns handaligar uppgávur. Privat, bóndur, matstovur, alivinna onnur heita í størri mun á okkum, um at hvessa knívar, ullarsaksar og klingur av ymsum slagi.
Sostatt er virksemi hjá Flis.fo sera breitt. Okkum dámar sera væl avbjóðandi, fjølbroyttar og nýggjar avbjóðingar. Eingin uppgáva er ov lítil.
Ring 66 77 88 og bið um eitt óbindandi tilboð.
Hugskotið til Flis.fo er sprotið úr einum grønum tanka úti í havanum. Einum ynski, at fáa til vega okkara tilfeingi og gagnnýta tað. Grøna hugskjónin er drívmegin í Sp/f Flis.fo og gongur aftur í øllum okkara virksemi og avgerðum.
Við okkara breiðu og fjøltáttaðu arbeiðsroyndum: Høgni við breiðum tekniskum frálandaarbeiðsroyndum umframt skógararbeiðið í Australien og Bjørg sum bachelorur í føroyskum og útlærd eksportteknikari innan m.a. sølu og marknaðarføring er okkara framtíðarmál, at verða við til, at vit í Føroyum gagnnýta meir tilfeingi.
Við at fáa til vega flis og greinar og gera tað til eina eftirspurda handilsvøru, eru vit við til at minka um innflutningin og betra um umhvørvi. Við at umvæla lutir, eru vit við til at leingja livitíðina og sostatt við til at minka um framleiðslu, innflutning og tíning av nátturutilfeinginum.
Vit vilja vera grøn og hjálpa øðrum at velja grønari.
Vinarliga Bjørg & Høgni.